Tað er nú greitt, at tvey uppskot frá Tjóðveldi um at byggja bústaðir kring alt landið, verða feld í Løgtinginum.
Nú málini hava verið til umrøðu í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, siga umboðini fyri samgonguna stutt og greitt, at tey taka ikki undir við uppskotinum og at tey mæla Løgtinginum frá at samtykkja tey.
Annað uppskotið var um at geva Bústøðum heimild til at veita lán til bústaðarbygging á smærro bygdum. Tey vístu á, at virðið á bústøðum á smærru bygdunum er ikki so høgt sum virðið á bústøðum á størri, og tí er tað eisini munandi verri at fáa lán.
Hitt uppskotið var um at geva Bústøðum heimild til at útskriva lánsbrøv fyri 500 milliónir við tú endamálið at byggja 400 úbúðir afturat kring landið.
Her kann talan vera um leigubústaðir, vardar bústaðir, lutabústaðir, lestrarbústaðir og bústaðir á tann serliga listan, ið er til tey, sum hava bráðneyðugan tørv á bústaði.
Tey í andstøðuni vísa á, at fólkatalið veksur alsamt og tað er stórur tørvur á bústøðum.
– Bústaðarneyðin er kanska tann størsta avbjóðingin, sum vit hava, siga tey, samstundis sum tey fýlast á, at samgongan ikki tekur nøkur stig fyri at loysa trupulleikan.