Vrakaðu men samdust kortini

Tað verður einki verkfall í fiskiflotanum í hesum umfari, hóast bæði Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag vrakaðu seinna semingsuppskotið hjá semingsstovninum hósdagin. Feløgini samdust um at samráðast undir aðrari skipan, samstundis sum verandi sáttmáli varð longdur fram til 1. apríl í ár

Sosialurin var á Hotel Hafnia hósdagin og loddaði ?dýpið?, tá ið semingsstovnurin hevði kallað Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag til fundar. Freistin hjá feløgunum at svara tí seinna semingsuppskotinum hjá stovninum var úti klokkan 14 hósdagin, og tað var í hesum sambandi, at semingsstovnurin kallaði feløgini til fundar.
Vit stóðu uttanfyri dyrnar, meðan spenningurin var størstur, um vit fóru at fáa semju ? ella verkfall.
Vónirnar um eina treytaleysa semju, vóru einki serligar, tí bæði feløgini høvdu vrakað fyrra semingsuppskotið, og tað vísti seg at vera langt millum partarnar.
Av og á hugdi onkur út um dyrnar hesa løtu, meðan vit bíðaðu, men eingin vildi siga eitt orð um, hvussu gekst at finna semju. Líkt var kortini ikki til, at stemningurin var so ringur, tí lagið á monnum vísti seg at vera hampiliga gott. Tað sá út til, at eitt hvørt var í umbúna, soleiðis at vit ikki fóru at fáa verkfall, Men tað var so bara giting, tí vit vistu einki sum helst. Vit vistu, at innanfyri dyrnar við tað langa borðið sótu fleiri umboð fyri bæði skiparar og navigatørar og fyri reiðararnar.
Undan fundinum hevði semingsmaðurin, Terji
Sigurðsson, sagt, at semingsstovnurin hevði ongar ætlanir í framhaldi av tí, sum fyrilág hendan dagin. Tað merkir, at stovnurin vildi hava at vita, um feløgini samtyktu ella vrakaðu semingsuppskotið.
Tá ið feløgini saman við semingsstovninum høvdu sitið við fundarborðið í ein góðan tíma ella so, kom Terji Sigurðsson út í gongin, og júst tá ið hann steig út um dyrnar, segði hann við eitt av felagsumboðunum, sum eisini stóð úti í gongini, at nú var klárt at skriva undir.
Líkt var nú til, at tað óvæntaða fór at henda; at bæði
feløgini høvdu samtykt semingsuppskotið og fóru at skriva undir.
Vit spurdu Terja, um vit kundu sleppa innar at taka eina mynd, tá ið feløgini fóru at skriva undir ? og hann játtaði.
Løtu seinni vóru vit eisini inni í samráðingarhølunum, har hin semingsmaðurin, Jóannes Djurhuus, á sínari teldu var í holt við at leggja seinastu hond á semjuna millum feløgini.
Jú, feløgini samdust ? og skrivaðu undir, men kanska var hetta ikki júst tann semjan, sum vinnan hevði vónað, soleiðis at friður kundi valda til næstu regluligu samráðingar millum feløgini.

Fyribils semja

Á fundinum hendan dagin boðaðu bæði Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag frá, at feløgini høvdu vrakað semingsuppskotið. Undir vanligum umstøðum høvdu vit tá havt verkfall í fiskiflotanum. Men við hesum var ikki alt sagt.
FSN vísti í fyrsta lagi á einstakar partar í semingsuppskotinum, sum felagið ikki kundi góðtaka. Felagið kundi eitt nú ikki góðtaka uppskotið um býtið av serliga høgum oljuútreiðslum, soleiðis sum tað fyrilá í semingsuppskotinum.
Av tí, at hesin parturin av semingsuppskotinum viðvíkur øll manningarfeløgini, skeyt felagið upp, at oljuútreiðslurnar verða lagdar til viks fyribils, og at málið verður tikið uppaftur í samráðingum millum reiðarafelagið og øll manningarfeløgini. Um so verður, skjeyt felagið upp, at restin av samráðingunum eisini vórðu útsettar, soleiðis at støða kann takast til eina semju um onnur mál, samstundis sum spurningurin um oljuna eisini verður loystur.
Yvirfyri semingsstovninum boðaði Føroya Reiðarafelag á fundinum hósdagin eisini frá, at limir felagsins á fundi høvdu samtykt at vraka semingsupskotið.
Limafundurin hjá Føroya Reiðarafelag samtykti eisini, at framyvir skulu limir reiðarafelagsins, sum eru í sama veiðibólki, sjálvir standa fyri sáttmálasamráðingunum við manningarfeløgini.
Á fundinum hósdagin tók nevndin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag hetta til eftirtektar.
Tí samdust feløgini hósdagin um at leingja verandi sáttmála fram til 1. apríl 2005, samstundis sum feløgini eisini samdust um, at nýggjar samráðingar skulu byrja skjótast tilber.
Vit kunnu skoyta uppí, at feløgini, sum eru limir í Føroya Reiðarafelag, og sum nú sjálvi skulu standa fyri samráðingunum við manningarfeløgini, eru hesi: Felagið Trolskip, Felagið Garnaskip, Felagið Rækjuskip, Felagið Ídnaðarskip, Felagið Lemmatrolarar, Felagið Stállínuskip, Felagið Nótaskip og Felagið Verksmiðjuskip.
Sostatt verður ikki verkfall í fiskiflotanum í hesum umfari.