Vrøvlting ella Løgting?

Sonni Jacobsen

Fyri nakað síðan samtykti Løgtingið at útlendsk samtøk ella einstaklingar ikki skulu eiga meirilutan í fyritøkum í føroysku fiskivinnuni. Nú skuldi ein trú at alt var so sára væl. Tá Løgtingið hevur samtykt eina lóg so sleppur væl eingin væl frá at bróta lógina? Hetta skuldi verið greitt. Og eitt ting, sum hevur virðing fyri sær sjálvum og sum ynskir, at onnur hava virðing fyri tí, skipar væl saktans skipa fyri at so er!

Nú hendi so tað, sum vit øll vita, at onkur er so “formastiligur” at hann brýtur hesa lógina! “Big time” enntá. Og vit áttu at hildið okkum um høvdið og sagt: Nú verður heilt galið. Hatta fær álvarsligar avleiðingar. Nú rulla høvd – nú verða fiskirættindi inndrigin aftur – nógvir pengar mistir – stór skandala. – Men gakk. Helst er tað gamla søgan, at har vóru ov nógvir pengar uppi í, ov stór makt og politisk ávirkan var galdandi. Vina- og kenningapolitikkur eisini, væl saktans.
Tað var ein nevnd hjá Løgtinginum, sum avdúkaði at her var okkurt spinnandi galið. Vit høvdu altso frá hægsta stað fingið staðfest at lógin var brotin! Restin skuldi so bara verið procedura, ella vanligur arbeiðsháttur: Tann seki verður funnin og verður “behørliga” straffaður. Her er tað at øll vanlig procedura heldur upp og vrøvlið kemur inn. Málið verður lagt fyri tingið. Løgtingið fær at vita frá einum av sínum egnu nevndum at ein av teirra egnu lógum er brotin. So verður farið fram so sum lógin skrivar? Eg meini løgtingið eigur væl ikki at gera mannamun? “Eingin” eigur at sleppa væl frá at bróta løgtingsins lógir? – ella hvat? Kortini hendir tað fantastiska, at bara ein tinglimur heldur, at soleiðis eigur at vera. Onkur sigur at hesin tinglimurin hevur fingið missálit á seg sjálvan. Eg haldi ikki tað vera logiskan hugsanarhátt. Hesin tinglimurin er tann einasti, sum IKKI hevur fingið missálit. Tað hava tvørtur ímóti ALLIR hinir. Í hesum málinum hava vit tíverri 31 vrøvlhøvd á tingi og eitt skilafólk. Tað er mín niðurstøða.
Nú eri eg ikki løgfrøðingur, men mær vitandi er tað nakað sum eitur fyridømi innanfyri rættarskipanina. Hereftir vildi eg hildið, at ein og hvør frítt kann bróta løgtingsins lógir vísandi til áðurnevnda fyridømi? Løgtingið hevur jú sjálvt sagt, at tað er í lagi at bróta lógina! Tað skal onga avleiðing hava (bara nóg nógvir pengar eru innblandaðir – væl saktans – og kennskapurin er í lagið)? Eg meini – hvat skal fiskimálaráðharrin gera við tann næsta, sum selur skip og føroysk fiskirættindi til útlendskan kapital? Er tað lógina hann skal umsita eftir? Ella eru tað onnur fyrilit? Vit onnur standa spyrjandi...
Nei – Kári Højgaard hevur ikki fingið missálit á seg í hesum málinum. Tað hava hini 31 – givið sær sjálvum!
“Med lov skal land byggest”, verður sagt. Hvussu skal ein byggja land, tá tingið sjálvt heldur, at tað er í lagið at bróta lógina? Tað verður stuttligt at síggja hvussu tey greiða seg úr hesi fløkjuni (tey enn einaferð) hava vavt seg inni í. Eg kundi dulnevnt meg “Spurin”, men eg seti av prinsippi altíð mítt navn undir. Eg ynski løgtingslimum góðan bata og góð jól.