Ein avleiðing av minkandi søluni av nýggjum bilum er at bilasølan VR-Bilar við Hoyvíksvegin verður niðurløgd og sølan av bilmerkjunum Volvo, Renault og Chevrolet verður broytt.
Jóhan Petur Olsen, stjóri hjá VR-Bilum, sigur, at tað var neyðugt við bygnaðarbroytingum og sparingum nú fíggjaðarligu fyritreytirnar broyttust so nógv. Í januar 2009 var Volvo persónbiladeildin flutt til P/F Wenzel í Akranesgøtu, har verkstaður og øll tænasta er í dag.
Í løtuni verður arbeitt við eini loysn við bilmerkjunum Renault og Chevrolet. Vit hava áhugaðar keyparar, og avgerðin verður tikin heilt skjótt. Vit hava framvegis tænastu og verkstað til Renault og Chevrolet við Hoyvíksvegin.
Jóhan Petur Olsen sigur, at tað er góð loysn at Volvo verða seldir hjá P/F Wenzel, tí í altjóða høpi eigur Ford Motor Company persónbiladeildina hjá Volvo í Svøríki. Nógvir av eykalutunum og øðrum komponentum eru teir somu á Ford og Volvo.
Virksemið hjá VR-Bilum byrjaði fyri átta árum síðan, um ársskiftið 2000/2001. At byrja við umboðaði VR-Bilar persónbilar av merkinum Volvo og Renault, umframt Volvo lastbilar og bussar í Føroyum. Í 2005 fekk VR-Bilar eisini umboð fyri koreansku Chevrolet. Í dag alt virksemið við lastbilum og bussum fluttir til MVH á Hjalla.










