Terji Rasmussen:
- Eg spældi í Miðlahúsinum eitt deiligt og lítið stað at spæla. Sera nógv vóru komin at lurta, og tey tóku væl undir við nýggju løgunum, eg hevði at bjóða. Alt í alt ein framúr tónleikauppliving. Annars haldi eg, Tórsgøta riggar ótrúliga væl sum mentanargøta, men átti tað at borið til at keypt eina øl afturvið. Og so haldi eg eisini, tað átti at borið til at keypt atgongumerki til ávísar konsertir fyri seg.
Kristina Háberg:
- Asfalt riggaði ótrúliga væl. Serliga dámdi mær væl Stórbandittarnar, men Marius skaraði eisini framúr. Tað hevur verið ótrúliga hugnaligt at ganga aftur og fram á Tórsgøtu hesar dagarnar í gleðiróminum.
Súsanna Gunnarsson:
- Asfalt er SUPER! Serliga dámdi mær væl Petur Háberg og konsertirnar á útipallinum. Tað er sera áhugavert, at so fjølbroyttur tónleikur er á skránni í senn. Øll ferðast bara, har tey vilja. Men tó havi eg eitt lítið hjartasuff - Asfalt átti ikki at endað so tíðliga leygarkvøldið.
Anja Johansen:
- Asfalt er genialt! Tórsgøta hóskar sera væl sum tónleikagøta, og tað bilar einki, at gøtan nakrar dagar um árið er stongd. Asfalt stendur einki aftan fyri aðrar føroyskar festivalar, men tó kundi fleiri konsertir verið á útipallinum og meira til matna.
Sigmund Christiansen:
- Asfalt er fínastaslag. Serliga dámdi mær væl Terja & Føstufressar. Eg havi arbeitt sum vakt stóran part av tíðini, men tó fingið nógv av veitsluróminnum og góða tónleikinum við, hóast eg havi arbeitt. Fólk hava skikkað sær væl og tykjast at hugna sær.
John Johannesen.
- Mær dámar væl Asfalt. Serliga eri eg glaður fyri, at nøkur fólk sjálvboðið hava tikið stig til at stápla tiltakið upp til frama fyri tónleikin. Politiski myndugleikin átti at spælt meira við á somu strongum.
Petur Rasmussen:
- Asfalt er eitt mega feitt tiltak, og eg gleði meg longu nú til næsta ár. Tá fara Bended Spoon garanterað at spæla, og tað er bara ein kulur bólkur.
Nú var eg bæði kvøldini, og teir sum rokkaðu allarmest, vóru Side Effeckt og SIC. Annars haldi eg eisini, at tað er genialt at brúka Tórsgøtu á henda hátt, og hetta er minst líka gott sum Summar Festivalurin ella G!
John Dalsgarð:
- Eg má siga sum er, at endamálið við Asfalt er sera gott, og mær dámar ógvuliga væl tankan um, at menna og stuðla tónleikin á henda hátt.
Tónleikurin hevur eisini verið í topp, meðan eg havi verið her. Serliga fríggjakvøldið var eg og lurtaði eftir einum bólki, sum veruliga blásti áskoðaran vekk Side Effeckt eita teir. Tað var ein stór uppliving at hoyra teir, og seinast eg upplivdi eina so góða konsert var á Roskilde í 1995.










