Útvarpsrásirnar KissFM og VoxPop kunnu nú eisini hoyrast á FM-bandinum í Klaksvík. KissFM hoyrist á 88,7, meðan VoxPop hoyrist á 90,7.
Fólk frá VoxPop og KissFM hava um vikuskiftið verið uppi á Brúnaskarði og sett antennur og sendarar upp soleiðis, at VoxPop og KissFM nú eisini hoyrast norðanfyri.
Tónleikarásirnar VoxPop og KissFM byrjaðu at senda í Tórshavn fyri einum lítlum ári síðani, og undirtøkan hevur verið sera góð millum lurtarar.
– Nú er sendinetið víðkað til eisini at umfata Klaksvík, og vónandi fara lurtarar og lýsarar í Klaksvík at taka væl ímóti nýggju útvarprásunum, sigur Petur Slyne frá KissFM og VoxPop.
Útvarpsrásirnar Rás2, VoxPop og KissFM gjørdu fyrr í vikuni av at leggja saman í eitt feleg fyri millum annað at geva lurtarunum betri útvarp og lýsarunum ein betri lýsingarmøguleika. Og nú er so fyrsta stigið tikið við at VoxPop og KissFM nú eisini hoyrist á FM-bandinum í Klaksvík.
– Við trimum útvarpsrásum fær nýggja útvarpsstøðin størri møguleikar at raka ymsu málbólkarnar í samfelagnum til gagns fyri bæði lurtarar og lýsarar, sigur Petur Slyne.
Fyribils fram til nýggjárs fara tær tríggjar útvarpsrásirnar, Rás2, VoxPop og KissFM at senda eftir nøkurlunda sama leisti sum higartil. Ein arbeiðsnevnd er farin til verka at gera eina størri ætlan fyri allar tríggjar rásirnar. Munandi broytingar í skrá, sendingum og senduflatu fara at verða gjørdar longu frá fyrst í komandi ári.
Tað eru dóttirfelagið hjá Sosialinum, Sp/f Miðlavarpið og Sp/f Vox Entertainment, sum eiga 50 prosent hvør í nýggju útvarpstøðini.









