Tað sigur Rúni M. Djurhuus, sum er ein av fyrireikarunum av Voxbotn.
Hann sigur, at tey framvegis bíða eftir loyvum, men ætlanin er, at nú skal tað vera.
– Vit kunnu ikki enn siga, hvørjir útlendskir bólkar vera við, tí vit hava bíðað so leingi í óvissuni, at vit ikki hava kunnað gjørt endaligar avtalur.
Fyri at halda Voxbotn, so skulu fyrireikararnir hava loyvi frá Tórshavnar kommunu. Og tað fáa teir, treytað av, at farsóttarnevndin gevur loyvi til tess.
Gongur alt, sum fyrireikararnir ætla, so kann ólavsøkan leingjast eitt sindur hjá teimum, sum ætla sær á festival í Havn leygardagin eftir ólavsøku.