Í løtuni spælir kendi diskarin Los lost Frequencies, og har er sum vera man lív í í Vágsbotni í regninum.
Har er so mikið nógv lív í, at ein ungur maður fann upp á at fara upp á lyktapelan at dansa til lívligu tónarnar hjá belgiska diskaranum.
Vaktirnir vóru skjótir á staðnum og royndu at fáa hann niður. Men hann helt á fram at dansa, og ein vaktur tók so stigið at sjálvur klatra upp eftir honum. Tá kom maðurin niður, og hann fekk sær so eitt prát við vaktirnar, sum tóku hann til síðis.
##med2##
##med3##