Enn eitt útlendskt navn er komið á plakatini hjá Okkara Voxbotn 2018. Tí í dag boða fyriskipararnir frá, at kvinnuligi DJ’arin B Jones eisini verður við á ársins konsertdegi 30. juni.
B Jones telist millum best umtóktu kvinnuligu dj’arum í Evropa í løtuni. Hon er búsitandi á Ibiza, men ferðast nógv runt í Evropa, har hon er dj á stórum spælistøðum og festivalum. Alt summar hevur hon verið á plakatini saman við millum øðrum Kygo, Martin Garrix, Tiesto, David Guetta og fleiri øðrum kendum DJ’s.
Nú kemur hon so beinleiðis av Ibiza, har hon fer at seta lív í niðri í Vágsbotni í Havn.
Frammanundan er longu greitt, at Nephew, Mike Perry, Gilli, Byrta, Hardinger Band, Swangah, Janus og Jens Marni, Hamradun og Danny & The Veetos eisini verða millum nøvnini, sum fara á pall í Vágsbotni í summar.