Voxbotn er útsett

Enn er ikki greitt, hvussu tað verður við teimum útlendsku nøvnunum

Eftir tíðindafundin fyrrapart í dag, er greitt, at tað ikki er ráðiligt sambært tilmælunum at halda Voxbotn sum ætlað 27. juni.

Tískil er Voxbotn flutt til leygardagin 5. september. Hesum boðar Voxbotn frá nú.

– Fyriskipararnir av VOXBOTN vilja sjálvandi fylgja tilmælunum frá myndugleikunum og gera sítt til, at Føroyar sum altíð fáa ein lívligan og tryggan konsertdag leygardagin 5. september 2020. Arbeitt verður longu við at fyrireika økið soleiðis, at ráðilig frástøða verður hildin ímeðan og í millum konsertirnar, skrivar Voxbotn í dag.

Tað er enn ikki greitt, hvussu nógv útlendsk nøvn fara at mynda skránna í ár.