Voxbotn eigur ikki ábyrgdina

Dálkingin í Vágsbotni í morgun stavar ikki frá Voxbotn-tiltakinum leygardagin

- Hetta er nakað, sum vit síggja hvørt summar. Tá vindurin linkar og veðrið verður lýggjari, byrjar tað at vaksa á firðunum, sigur Karstni Jacobsen, sløkkiliðsleiðari.

 

- Í Vágsbotni í dag var alt møguligt blandað saman, eitt sindur av lýsi, møguliga eitt sindur av emulgeraðari olju, nokk so fitt av vøkstri og so nakað av burturkasti, sigur hann.

 

Les eisini Lorturin flýtur í Vágsbotni.

 

- Voxbotn átti sjálvandi fløskurnar og blikkini og so framvegis, men sjálv óhumskan var ikki teirra, sigur Karstni Jacobsen. Tað var nakað av skitti longu áðrenn vikuskifti, men lýggja veðrið hevur skundað undir gróðurin.

 

- Vit vóru úti og ruddaðu í morgun, men vera allarhelst noyddir at fara út aftur skjótt, sigur hann. Hetta má koma undir alment viðlíkahald, sigur hann, og tí er tað allarhelst kommunan, ið má gjalda rokningina.