Voxbotn er í morgin, og tað hevur verið útselt til tónleikatiltakið í longri tíð. Tað viðførir, at aftur í ár verða atgongumerki seld privat fyri okursprís.
Á teimum ymisku rótikassunum á Facebook sæst, at fleiri atgongumerkið verða seld, nú tað styttist til tiltakið. Tey flestu, sum seta atgongumerkini til sølu, seta prísin til tað, sum eitt atgongumerkið kostaði teimum at keypa. Tó so er gravgangur eftir atgongumerkjunum, og tí bjóða fólk upp í 1000 krónur fyri atgongumerki
Tað er ólógligt at selja atgongumerki víðari við vinningi fyri eyga. Fleiri vóru dømd fyri júst hetta í fjør, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.