Vox trekti fólk

Sangbolkurin Vox var á pallinum á Fjarðafestivalinum leygarkvøldið, og høvdu tey eina sterka gospel framførslu. Tey eru fimti bólkurin á palli leygarkvøldið

Leygarkvøldið regnaði í Skálafirði, men festivalurin er innandura, so nógv fólk leitaðu inn í Kelduna í Skálafirði at hoyra gospelbólkin, Vox.

Fyrsta vápni hjá Vox í boðskapinum hjá teimum eru 13 sangarar, ið bera framførsluna, men tey nýta eisini ymisk ljóðføri, fyri at fáa eitt sindur meiri futt í.

Tey flestu eru samd um, at fólkini, ið fingu møguleika at syngja solo, komu heilt væl frá uppgávuni, samstundis sum heildarupplivingin var ein sterk lovsongsløta.

Fyrr um kvøldið vóru Fríðbjørg Jensen, Tórhild Bjarkhamar, Sølva Ford og Jan Honningdal á pallinum.