Vox-pop

Maria Thorgeirsson, 2. p, HF Klaksvík:

Maria Thorgeirsson, 2. p, HF Klaksvík:

? Próvtøkur ræðist eg øgiliga illa. Eg havi altíð nógvar nervar áðrenn, og tað byrjar fleiri dagar frammanundan. Vit hava eisini so nógvar próvtøkur, tilsamans 11 í tali, so tað er ræðuliga stutt millum próvtøkudagarnar, og tað styttir um lesitíðina. Men vit hava nokk so langa lesitíð ímillum skrivligu og munnligu próvtøkurnar, so tað er bara at vóna, at tað er nokk.
Tann dagin eg skal upp havi eg altíð mega nógvar nervar, og tá haldi eg, at tað hevur alvorliga nógv at siga, hvussu lærarin er. So eg kann ikki siga annað enn, at tær skrivligu próvtøkurnar eru so nógv betur fyri meg enn tær munnligu.