Konsertin við VOX byrjar í morgin kl. 16 Gospelkórið VOX hevur rundað tey 10 fyrstu árini, og verður hetta markerað við einari jubileumskonsert. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum í morgin kl. 16. Á konsertini verða bæði núverandi sangarar, og fyrrverandi sangarar í VOX at hoyra. At enda fara 50 fyrrverandi og núverandi sangarar at syngja saman. Ein framsýning við myndum og tíðindastubbum, sum lýsir fyrstu 10 árini hjá kórinum verður eisini at síggja í Norðurlandahúsinum. Núverandi manningin hevur vant nógv upp til konsertini, og hava fyrrverandi kórlimir eisini vant nógv til jubileumskonsertina. Atgongumerkið til konsertina kostar 150 kr. Til ber at bíleggja atgongumerki á www.nlh.fo, og at keypa atgongumerki í Norðurlandahúsinum. Til ber eisini at keypa atgongumerki í kunnningarstovunum í Fuglafirði, Saltangará og í Havn.