Vox bergtók

Nú sást tað unga fólkið aftur í salinum. Tey komu streymandi inn í salin, tí nú hoyrdist at Vox skuldu á pallin. Og tey vóru vitni til eina sannførandi framførslu.

Kórið sær rættiliga gott út. Talan er um ung fólk, sum saman skapa eina fríska mynd á pallinum. Tey sveiggja við tónleikinum, og eri sum heild rættiliga lívlig. Og so syngja tey eisini forbiðið væl saman.
Kórið hevur verið til síðan 1998, og hóast manningin neyvan er hin sama, so er tað týðiligt at hesir sangarar eru vanir við hvønn annan. Kórið klingar sum ein eind, og er hetta ein fragd at hoyra. Annars er tónleikaslagið nútímans gospel. Har eru nógv tricks sum vit kenna í klassiskum gospel tónleiki. So sum Call and respons  solo syngur eitt, og kórið svarar aftur ella tekur uppaftur.
Bólkurin, sum spælir undir hjá Vox, stóð seg væl. Teirra leiklutir er at stuðla uppundir hjá kórinum, og hetta dugdu teir væl.
Serliga riggaði byrjanin heilt væl. Har Ásbjørn sang solo  til kórið og bólkurin komu buldrandi inn. Hetta var vakurt og dramatiskt.