Í ár eru liðin 10 ár síðani kórið VOX byrjaði, og í hesum sambandi verður ein jubileumskonsert hildin í Norðurlandahúsinum 16. august. Kórleiðarin, Ásbjørn Berthelsen av Strondum sigur við heimasíðuna mission.fo, at tey hava boðið øllum teimum, sum hava sungið við kórinum hesi 10 árini at verða við á konsertini.
Tey eru umleið 50 í tali. Konsertin í august verður skipað í trimum pørtum. Fyrst syngja tey, sum nú eru í kórinum. Síðani syngja fyrrverandi limir í kórinum, og at enda syngja øll saman.









