Vevkonurnar Joana Bjarnastein og Poulina Jóanesardóttir hava komandi
vikuna søluframsýning við føroyskum klæðum í Smiðjuni í Lítluvík Fríggjadagin 15. mai letur søluframsýning við føroyskum klæðum upp í Smiðjuni í Lítluvík. Tað eru vevkonurnar Joana Bjarnastein og Poulina Jóanesardóttir, ið standa fyri framsýningini. Á framsýningini verður høvi at síggja og ogna sær vovin skjúrtastykki, turri- og fyriklæði í ymiskum litum og við ymiskum mynstrum. Eisini verða dømi við øðrum vovnum pløggum - so sum vovnir vestar og hosubond.
Joana og Poulina hava nomið útbúgving sínar á vevilinjuni á Seminariet for Kunst og Håndværk í Kerteminde. Umframt at tær hava vevstovu, undirvísa tær báðar á kvøldskúlaskeiðum í veving. Harumframt undirvísir Poulina á vevstovuni á Sjóndepilinum.
Framsýningin er opin frá fríggjadegnum 15. mai til mikudagin 20. mai klokkan
10-19.00, tó sunnudag 14-19.00.