Kular Røtur geva í hesum døgum út 11 frískar og fittar sangir.
Nýggja fløgan er uppkallað eftir sanginum um svanga og heimleysa hundin, sum reikar runt í býnum og sigur Vov Vov. Eisini verður sungið um mánaðirnar og árstíðirnar í Føroyum, um sjónrænarar, hvat børn gera eftir skúlatíð, um pengar og hvussu gentur onkuntíð kunnu vera.
Umframt nógvu frísku barnarøddirnar á fløguni eru eisini Kaptajn Gardar og Karl Martin Samuelsen at hoyra á Vov Vov.
Tað Beinir Rasmussen, Rakul Ró Stentórsdóttir, Niclas Heri Jákupsson og Steintór Rasmussen, sum hava smíðað sangirnar, sum Alvin Elleby Andersen hevur upptikið og innspælt saman við Mikkjali Hvannastein.