Í einari samrøðu við CNN í dag sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at hann er til reiðar at taka upp samráðingar við russiska forsetan, Vladimir Putin, til ein loysn kann finnast á krígnum í Ukraina.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at hann er til reiðar at samráðast, og tað hevur hann verið í tvey ár.
- Eg trúgvi ikki, vit fáa eina loysn uttan samráðingar. Øll, sum halda, at samrøðurnar eru grunnskygdar og ikki kunnu loysa ósemjuna, skilja ikki, at samrøðurnar eru týdningarmiklar.
Forsetin heldur, at um tað bara er ein lítil møguleiki fyri, at samráðingarnar kunnu steðga krígnum, heldur hann, at møgulekin skal brúkast, tí tað hevur stóran týdning, at londini finna eina semju.
- Vit missa fólk hvønn dag, og hetta eru ósek menniskju. Russiskar herdeildir eru komnar her fyri at drepa okkum og útrudda okkum. Men, okkara fólk hava prógvað sítt virði, og vit eru før fyri at stríðast.
Volodymyr Zelenskyj sigur, at tíverri bjargar virðið hjá ukrainska fólkinum ikki mannalívum, og tí heldur hann, at allir samráðingarmøguleikar mugu troytast, og hann ynskir tískil eisini at hitta Vladimir Putin.
- Um royndirnar at loysa kreppuna við samráðingum ikki eydnast, merkir tað, at vit hava ein triðja heimsbardaga, sigur hann.
Spurdur av CNN, um Ukraina kundi verið sloppið undan kríggi, um landið hevði gjørt greitt yvir fyri Russlandi, at Ukraina ikki fór upp í Nato, er forsetin ikki serliga ítøkiligur.
Hinvegin sigur hann, at um Ukraina hevði verið limur í Nato, so var einki kríggj nú.
- Um Nato-londini eru til reiðar at síggja okkum í verjusamgonguni, so er at gera tað nú, tí tað doyggja fólk i Ukraina hvønn dag, sigur Volodymyr Zelenskyj við CNN.










