Mikukvøldið fór løgtingið í summarfrí, og tekur onki óvanligt seg upp, verður tað ikki kallað saman aftur fyrrenn ólavsøkudag.
Eitt tingár gongur frá ólavsøku til ólavsøku og tá ið løgtingið fór til hús, upplýsti løgtingsformaðurin, at hetta tingárið hevur løgtingið havt 81 fundir.
Men tað er hent, at meiri enn ein fundir hevur verið sama dag, so arbeiðsdagarnir í sjálvum løgtinginum hava verið heldur færri, upp ímóti 80 í tali. Men harafturat koma so fundir í nevndum, sum eisini eru aðrar dagar, umframt annað, politiskt arbeiði.
Hann segði tilsamans hava hesir fundir vart í 400 tímar og tilsamans eru 156 mál løgd fram, umframt seks frágreiðingar av ymsum slagi.
Annars eru seks mál tikin aftur og tvey mál vórðu ikki avgreidd og sostatt hevur løgtingið avgreitt 148 mál hetta síðsta árið.
Men harafturat hava landsstýrisfólk svarað 146 spurningum skrivliga, frá løgtingslimum og teir hava svarað 125 spurningum munnliga.
Løgtingið hevur eisini nakrar nevndir, og tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógv, tær hava at gera. Tær hava ofta fundir sama dag, tingfundir eru, men hava eisini rættiliga ofta fundir aðrar dagar.
Vinnunevndin er tann nevndin, sum hevur havt mest at gera, tí hon hevur havt 36 fundir hetta tingárið
Fíggjarnevndin er tann nevndin, sum hevur havt næstmest at gera, tí hon hevur havt 33 fundir hetta tingárið.
Annars hava uttanlandsnevndin og trivnaðarnevndin havt 18 fundir í part, rættarnevndin hevur havt 15 fundir, mentanarnevndin hevur havt 11 fundir og landsstýrismálanevndin hevur havt sjey fundir.