Vóru ikki koronufrí meiri enn ein dag

Men Suðuroyggin er framvegis í eini serstøðu

Korona gongur, sum ongantíð fyrr, men tað er rættiliga stórur munur á, hvussu har tey ymsu økini í landinum eru rakt.  Seinastu tíðina hava tað verið Eysturoyggin, og serstakliga Norðoyggjarnar, sum hava verið nógv harðast raktar.

 

Hinvegin kom Suðuroyggin í ta støðu sunnudagin, at tá var hon fullkomiliga frí fyri koronu, tí tá var eingin suðuroyingur sjúkur av koronu. Men korona ferðast skjótt og tað vardi ikki leingi at Suðuroyggin var koronufrí, tí longu mánadagin var aftur ein tilburður av koronu í Suðuroy. Og seinast tølini vórðu gjørd upp í gjár, vóru aftur tríggir koronutilburðir í Suðuroy.

 

Í løtuni eru tað 450 fólk í Føroyum, sum hava koronu og tað eru framvegis Norðoyggjar, sum eru serliga hart raktar. Men annars er støðan heldur frægari í Suðurstreymoy og í Sandoynni, men Suðuroyggin er framvegis í eini serstøðu.

 

Tá ið metast skal um, hvussu hart eitt øki er rakt av koronu, verður talt upp, hvussu nógv fólk eru smittað fyri hvørji 100.000 fólk í økinum. Og í løtuni sær myndin soleiðis út. Tølini eru fyri, hvussu nógv eru smittað fyri hvørji 100.000 fólk.

 

Norðoyggar:                3.842

 

Eysturoy:                    1.522

 

Norðurstreymoy:        1.124

 

Suðurstreymoy:          873

 

Vágar:                         1.297

 

Sandoy:                       628

 

Suðuroy                      64