Voronin til Liverpool

Fyri viku síðani tryggjaði Liverpool sær argentinska landsliðsleikaran, Javier Mascherano, frá enska felagnum West Ham, og nú hevur enska stórfelagið skrivað undir sáttmála við enn ein leikara.

Hesaferð er talan um ukrainska landsliðsleikarin, Andriy Voronin, sum hevur skrivað undir fýra ára sáttmála við Liverpool. Voronin kemur til Liverpool frá týska felagnum, Bayer Leverkusen, men hann verður ikki partur av liðnum hjá Liverpool fyrrenn komandi kappingarár. Voronin hevur leikt 36 landsdystir fyri Ukraina og hevur skotið fýra mál.