Tað legst til við fremmandum bilum og fólki, sum eru komin higar at fylgja við og uppliva sólarmyrkingina, sum verður nú fríggjadagin.
Í gjár stóðu so tríggir menn inni á gólvinum hjá Klaksvíkar kommunu og spurdu, um til bar at fáa streym og samband við alnótina, tí teir ætlaðu at senda veðrið hjá DR-nýggjheitum úr Klaksvík komandi hóskvøld.
Jú, tað var leyst og liðugt beinanvegin, eftir at borgarstjórin hevði heilsað uppá teir. Teir sluppu inn á Sløkkiliðsstøðina, har allir neyðugir hentleikar funnust.
Ætlanin er, at teir senda niðri á havnarlagnum á Varpinum og siga teir, at áhugaðir gestir eru meir enn vælkomnir at hyggja at, meðan sent verður. Sendingin, Vores Vejr á DR1 er í luftini úr Klaksvík hóskvøldið - kl. 17.50 til 18.10.
Sjónvarpsverturin er Søren Jacobsen, myndamaðurin, sum er ættaður úr Húsavík, eitur Bárður Thomsen og ritstjórin eitur Rasmus Kjølby
Orð og myndir: Dávur Winther.










