- Vónleyst at lurta eftir øllum

Formaðurin í kappingarnevndini hjá FSF heldur ikki, at tey kunnu ganga ynskjunum hjá øllum fótbóltsfeløgnum á møti.

Formaðurin í ÍF, Njal Reinert Petersen, gjørdi í dag vart við, at teirra fótbóltsfelag hevur verið fyri órøttum, tá ið dystirnir fyri kappingarár vórðu lagdir til rættis. Sambært honum, er hetta áttanda árið á rað, at ÍF bert spælir tann eina dystin í grannauppgerðini móti Víkingi á heimavølli.

 

Les eisini: ÍF í øðini um landskappingina

 

Jákup Martin Joensen, formaður í kappingarnevndini hjá FSF viðgongur, at liðini kunnu vera fyri órøttum. Við tað, at tað eru 27 umfør í Effo deildini, so koma ávís lið at fáa fleiri heimadystir enn onnur, vísir hann á.

 

- Vit hava skipað tað soleiðis, at fimm tey fremstu liðini í einum kappingarári fáa 14 heimadystir eftirfylgjandi ár, meðan tey niðastu fimm fáa 13 heimadystir. Bara tað ger nakrar ójavnar beinanvegin, sigur hann.

 

Formaðurin í kappingarnevndini vísir tó aftur, at tað skuldi borið til at gingið ynskjunum hjá øllum fótbóltsfeløgunum á møti.

 

- Tað ber ikki til at ganga ynskjunum hjá øllum feløgunum á møti. Tað er púra vónleyst. Tí hevur man roynt at gera tað líka fyri øll, við at tað er eitt púra tilvildarligt lutakast, sum avger hvør fær heimadyst. Kappingin verður skipað eftir einum leisti, har man koyrir liðini inn í nøkur tøl, og so ger ein telduskipan restina, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Jákup Martin Joensen