Terji Sigurðsson, semingsmaður, til reiðar á skrivstovuni í Losjuni í Havn at taka ímóti umboðum fyri arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløgini í verkfalli. Fundurin, sum byrjaði klokkan 10, verður avgerandi fyri, um farið verður undir nýggja semingsroynd

Vónir um seming men valla kongsvitjan

Hóast ávísar vónir eru um, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum fara á semingsfund, so verður kongsvitjanin helst útsett

Terji Sigurðsson, semingsmaður, til reiðar á skrivstovuni í Losjuni í Havn at taka ímóti umboðum fyri arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløgini í verkfalli. Fundurin, sum byrjaði klokkan 10, verður avgerandi fyri, um farið verður undir nýggja semingsroynd

Á Løgmansskrivstovuni fara tey helst í dag at taka støðu til, um kongsvitjanin í næstu viku skal útsetast. Sum skilst var tað ætlanin, at avgerðin skuldi takast í dag – at um verkfallið ikki var av í dag, so skuld kongsvitjanin avlýsast.

 

Men tá boðini komu um fundin í millum partarnar í dag, fingu tey eina lítla vón. Men tað tykist vera rættiliga greitt, at verður eingin avgerð um verkfallið í dag, so verður kongsvitjanin útsett.

 

##med2##

 

Og hvussu leikur ferð, frætta vit eftir fundin, sum nú er í Losjuni í Havn millum teir tríggar, Terja Sigurðsson, semingsmann, Kristoffur Laksá, umboð arbeiðsgevarannja, og Páll Nielsen, advokat og umboða arbeiðarafelaganna.

 

Tvinnir eru møguleikarnir: Annaðhvørt verður ein semingsroynd gjørd, ella fara partarnir hvør til sítt, tí semingsmaðurin heldur, at ov langt er millum partarnar.

 


 

 

Terji Sigurðsson, semingsmaður, til reiðar á skrivstovuni í Losjuni í Havn at taka ímóti umboðum fyri arbeiðsgevarar og arbeiðarafeløgini í verkfalli. Fundurin, sum byrjaði klokkan 10, verður avgerandi fyri, um farið verður undir nýggja semingsroynd

Kristoffur Laksá á veg upp gjøgnum trappurnar í Losjuni. Hann umboðar arbeiðsgevararnar á fundinum við semingsmannin. Páll Nielsen, advokatur, umboðar arbeiðarafeløgini