Vónir um at finna semju um Strandferðsluna

Seinnapartin í dag verður enn ein roynd gjørd at finna eina semju, sum bjargar Strandferðsluni undan verkfalli

 

- Nú eru fáir steinar eftir at venda.

 

Tað sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

 

Seinnapartin í dag hevur hann kallað Fíggjarmálaráðið, Skipara- og Navigatørfelagi og Maskinmeistarafelagið á fund í enn eini roynd at finna semju á trætuni, sum hóttir við at leggja Strandferðsluna lamna.

 

Og semingsmenninir hava kanska góðar vónir fyri at finna semju. Í øllum førum hava teir hava boðsent pørtunum at koma á fund í Deplinum í Skálavík, so teir vænta helst at sleppa aftur til Havnar.

 

Terje Sigurðsson sigur, at nú verður samráðst út í eitt, til tað røkkur ella støkkur.

 

Men hann leggur afturat, at hann hevur góðar vónir um at finna eina semju.

 

- Vit hava havt samband við partarnar og eg haldi, at tíðin er búgvin at  samráðingarnar koma upp á eitt annað stig, sum hann málber seg.

 

Samráðingarnar slitnaðu annars seinnapartin hósdagin og tískil lýstu manningarfeløgini við verkfallið frá klokkan 17 leygardagin at rokna.

 

Men seint fríggjakvøldið kom Fíggjarmálaráðið við einum nýggjum útspæli og semingsmaðurin metir, at tað kann verða grundarlag fyri eini semju.

 

Samstundis útsettu teir verkfallið í eina viku, til leygardagin klokkan 17.

 

Hann sigur, at tað er vónleyst at siga, hvussu leingi semingsroyndin varar.

 

Men hann staðfestir samstundis, at partarnir kenna málið so mikið væl, at nú eru fáir steinar eftir at venda.

 

So leingi tey samráðast, verður onki verkfall, men slitna samráðingarnar, verður verkfallið uttan iva lýst aftur, um tað so verður áðrenn leygardagin.

 

Hinvegin hevur Johan Dahl boðað frá, at skipini hjá Strandferðsluni skulu ikki leggjast aftur av verkfallið og í síðstu viku varð Løgtingið boðsent á fund leygardagin at forða fyri verfallinum við lóg.

 

Trýst á leinkjurnar niðanfyri og les fleiri greinar um sama evni.