Hóast tíðin nú er farin, sum roknað hevur verið við, at teir fimm menninir í kavbátinum Titan hava ilt, sigur amerikanska bjargingartænastan, at tey framvegis síggja virksemið á leiðini sum eitt bjargingarátak.
Tað skrivar tíðindastovan, AFP.
Ein av admiralunum hjá bjargingartænastuni, John Mauger, sigur sambært Sky News, at tað framvegis verður leitað aktivt í økinum. Hann sigur eisini, at tey í bjargingartænastuni ikki hava mist vónina.
Veðrið er gott á leiðini, har Titanic fórst fyri meira enn 110 árum síðan, og John Mauger sigur við Sky News, at tey framvegis síggja stóra leitingarvirksemið sum eitt bjargingarátak, sum merkir, at tey enn hava eina vón.
Tað var sunnudagin, at kavbáturin varð settur út av móðurskipinum, og fimm mans skuldu á ferðina niður til vrakið av Titanic. Men, minni enn tveir tímar eftir, at niðurferðin var byrjað, mistu tey á móðurskipinum sambandið við kavbátin.
Síðan er einki hoyrt til teir fimm menninar.
Teir, sum eru í kavbátinum, eru bretski ríkmaðurin og ævintýrarin, 58 ára gamli, Hamish Harding, feðgarnir úr Pakistan, ríkmaðurin og 48 ára gamli, Shahzada Dawood og sonur hansara, 19 ára gamli, Sulaiman Dawood.
Síðan er tað 73 ára gamli, Paul-Henry Nargeolet, ið er fransmaður, ævintýrari, granskari og kavari - og at enda 68 ára gamli, Stockton Rushsum, sum er stjóri og stovnari av felagnum, OceanGate Expeditions, sum stendur fyri ferðini.