Vóni ikki tey fátøku verða gloymd

Tiltakið meðan vit bíða endar leygardagin, men vónandi endar hugurin og viljin at hjálpa ikki tá, sigur Barbara Holm.

Leygardagin verður stóra innsavningarátakið »Meðan vit bíða« rundað av í Norðurlandahúsinum.

 

Seinastu vikurnar hevur stór orka verið løgd í at lýsa støðuna hjá føroyingum í fátækaváða, har víst hevur verið á, at 300 familjur liva undir serstakliga trongum fíggjarligum korum.

 

Útrokningarnar hjá felagsskapinum »Í menniskjum góður tokki« siga, at 9,6 milliónir krónur kundu bøtt munandi um støðuna hjá børnunum.

 

Ein av fremstu stigtakarunum til sjálvt átaki »Meðan vit bíða«, Barbara Holm, var gestur í Rásarúminum

 

Leygarkvøldið verður Norðurlandahúsið karmur um endabrestin av átakinum tá stuðulsupphæddirnar verða almannakunngjørdar.

 

Á skránni er livandi tónleikur, samrøður um fátækradømi og hvat kann gerast framyvir.

 

Tiltakið er ókeypis og byrjar klokkan 19, og um ikki liggur fyri at fara, ber eisini til at stroyma tiltakið á in.fo.