Eldur er komin í, síðan tað kom fram, at ætlaninar hjá Karsteni Hansen, heilsumálaráðharra, um at skipa landi í fimm heilsudeplar ikki eru í tráð við, at Vestmanna kommuna er farin undir at byggja eina heilsumiðstøð.
- Eg hevði skilt ætlanina hjá heilsumálaráðharranum, um endamálið er at avlasta Landssjúkrahúsið. Altso at flyta nakrar av uppgávunum, sum í dag eru á Landssjúkrahúsinum til heilsudeplarnar. Men um heilsumálaráðharrin ætlar at taka læknarnar úr bygdunum og flyta teir yvir í heilsudeplar, so eri eg rúkandi ósamdur, og vil gera alt fyri, at Vestamanna kann byggja sína heilsumiðstøð, sigur Bárður Nielsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Hann leggur aftrat:
-Hetta gevur ikki meining, tí eingir pengar vera spardir við at flyta ein kommunulækna úr bygdini til ein depil. Tað hevur nógv at siga fyri vestmenningar, at teir kenna læknan, og vit hava aldrin haft trupulleikar við at fáa læknar til Vestmanna.
Bárður Nielsen hevur ikki tosað við heilsumálaráðharran enn og vónar, at talan er um eina misskiljing, sigur hann.
Les eisini: Steingið Klaksvíkar Sjúkrahús










