Tað var í mai í fjør, at føroyingurin Ib Johannes Hansen varð bukaður og sparkaður nærum til deyðis av trimum tannáringum. Hann var farin ein túr við hundinum hjá grannanum, tá hann var álopin av dreingjunum.
Eftir øllum at døma var eingin verulig orsøk handan álopið. Dreingirnir stjólu hundabandið, eina vatnfløsku og eina gamla fartelefon. Pungin, og tær 84 krónurnar í honum, lótu teir liggja eftir.
TV2 Fyn gjørdi í gjár eina samrøðu við Ib Johannes Hansen.
- Eg havi bara fingið at vita, at eg varð álopin og niðursligin. Hvat eg havi gjørt ella ikki, áni eg ikki, sigur Ib Johannes Hansen, við TV2 Fyn.
Ib Johannes Hansen lá í koma, og leingi var óvist, um hann fór at yvirliva fallið. Ein dagin í oktobur vaknaði hann tó brádliga. Hann var tó heilaskaddur og lammaður.
Nú venur Ib Johannes Hansen fimm dagar um vikuna, seks til sjey tímar um dagin.
- Eg vóni, at eg komi á føtur aftur, at ganga. Um eg bara megni at ganga við høkjum, so hevði tað verið ein stórur sigur, sigur Ib Johannes Hansen.
Teir tríggir dreingirnir vóru tiknir og møttu í rættinum fyri einum ári síðani. Ein teirra fekk ein tvey-ára fongsulsdóm, ein fekk eitt ár og tríggjar mánaðir, meðan tann seinasti varð fríkendur. Hann fekk seinni eitt endurgjald áljóðani 84.000 krónur, fyri at hava sitið varðhaldsfongslaður av órøttum.
Ib Johannes Jensen fekk eitt endurgjald á 44.096 krónur og 48 oyru.
Les meiri í Sosialinum fríggjadagin.
Les eisini Vildi havt strangari revsing
Les eisini Tveir dømdir - ein fríkendur
Les greinina hjá TV2 her.