Vóni at ivamál og spurningar verða svaraðir

Sonja Jógvansdóttir má enn bíða eftir rættinum at gifta seg við Annlis Bjarkhamar. Løgtingið valdi at senda málið aftur í nevnd, heldur enn at samtykkja ella fella broytingarnar í hjúnabandslógini.

- Tað vóru nøkur, ið ynsktu svar upp á nøkur ivamál og nakrar spurningar, og vónandi fáa tey tað nú, sigur Sonja Jógvansdóttir, sum eisini atkvøddi fyri at beina málið aftur í nevnd.

 

Hon sigur, at hon hevur kortini góðar vónir um, at málið verður samtykt.

- Eg haldi sjálv, at málið er sera væl upplýst, menn onkur var ósamdur og ótryggur við ætlaðu broytingarnar, og hesum vóru vit noydd at boyggja okkum fyri, sigur samkynda tingkvinnan.

 

Undir røðu síni við 2. viðgerð segði hon, at hon hevði biðið Annlis Bjarkhamar um at gifta seg við sær, og at sambýgvin hevði játtað. 

- Vit ætla at gifta okkum skjótast gjørligt, men tað fer væntandi at taka nakrar mánaðir enn. Vónandi verður grein 14, stykki 2, strikað úr lógini í heyst ella vetur, síðani kunnu ætlaðu broytingarnar setast í gildi og so verður brúdleyp, sigur Sonja Jógvansdóttir.