Noreg spældi í kvøld sín fyrsta play off-dyst um at koma í EM-endaspælið. Hesin fyrri dysturin av tveimum ímóti Ungarn varð leiktur á heimavølli, har Noreg var mett at vera favorittur, men seinni skuldi vísa seg at fáa eitt keðiligt úrslit undan seinna dystinum í Ungarn.
Laszlo Kleinheisler legði Ungarn á odda 1-0 í 26. minutti, og hóast Noreg var greitt omaná allan dystin á tamb, so eydnaðist teimum ikki at javna. Endaliga úrslitið gjørdist 1-0 til Ungarn. Nevnast kann úr hagtølunum frá dystinum, at Noreg hevði heili 16 hornaspørk, meðan Ungarn einki hevði.
Seinni dysturin ímillum Noreg og Ungarn verður í Budapest sunnukvøldið kl.19.45.










