Vónar ikki Gerrard fer at gráta leygardagin

Gamli liðfelagin, Jamie Carragher hevur eina serliga áheitan á Steven Gerrard

Leygardagin klokkan 17.30 spælir Steven Gerrard sín seinasta dyst fyri Liverpool FC á heimavølli, aftaná trúgva tænastu í 17 ár á besta liðnum. Hetta hendir á Anfield leikvøllinum, tá Liverpool tekur ímóti Crystal Palace. 

 

Gamli liðfelagin, Jamie Carragher, sum nú er viðmerkjari hjá SkySports er komin við einari serligari áheitan á Steven Gerrard, og tað er, at hann ikki má fara at gráta, tá áskoðararnir fara at fagna honum, og takka honum fyri trúgva tænastu.

 

Tað var júst tað sum hendi, tá finnin Sami Hyypiä gavst í Liverpool í 2009. Á SkySports segði Jamie Carragher mánakvøldið: - Eg vóni barasta ikki, at Steven fer at gráta, tað verður bara ov nógv av tí góða. Eg minnist tá tað hendi fyri Sami Hyypiä, greiddi Carragher frá á SkySports.