Vónar at Skorheim vil stilla upp

Formaðurin hevur ikki mist vónina

Í oktober mánaði í fjør boðaði Jógvan Skorheim,  borgarstjóri  í Klaksvíkar kommunu, frá, at hann ikki stillar upp á løgtingsvalinum í ár.


Jógvan Skorheim fekk næstflestar atkvøður á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum seinasta val, men hann segði í sínari fráboðan í fjørheyst, at hann vil savna seg um starvið sum borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.


Kári P. Højgaard hevur tó ikki heilt mist mótið um, at Jógvan Skorheim verður á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum til komandi løgtingsval.

- Jógvan hevur boðað frá, at hann vil brúka sína tíð og orku til borgarstjórastarvið í Klaksvík. Tað verður stórt spell, um hann ikki stillar upp, tí brúk er fyri øllum góðum kreftum.

 

- Eg vóni og vænti, at Jógvan vil umhugsa sína støðu, tá ið hann sær, at Sjálvstýrisflokkurin hevur brúk fyri honum til komandi løgtingsval, men tað verður hansara avgerð, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjálvstýrisflokkinum, við Sosialin um vikuskiftið.

 

Og í Sosialinum er nógv meiri at lesa um hetta og um flokkin hjá Jógvan Skorheim, sum stríðist fyri lívinum.