Samlaða føroyska toskakvotan á Flemish Kap í fjør var ikki upp í eitt av teimum størru frystilínuskipunum. Við tað, at samlaða kvotan var so lítil, samdust línuskipini um, at frystilínuskipið Kambur kundi fara yvir at fiska føroysku toskakvotuna.
Mortan Mortensen, skipari á Kambi, sigur, at tað var nógvur toskur á Flemish Kap, tá teir vóru har yviri. Hann sigur, at tað stóð ikki á at fiska, men heldur var tað so, at tað stóð á frystingini. - Vit fingu tað, vit megnaðu at frysta, sigur hann.
Stutt eftir, at Kambur hevði verið á Flemish Kap í fjør, slapp eisini Klakkur yvir ein royndartúr, og teir fingu upp í skipið eftir minni enn einum mánaða.
Hálvdan Gudmundsen, sum er formaður í Felagnum Línuskipum og reiðari á frystilínuskipinum Eivindi, sigur, at toskakvotan á Flemish Kap í ár er stívliga 800 tons.
- Hetta er eginkvota, og hugsandi er, at fleiri frystilínuskip fara yvir at fiska egna kvotu í ár. Vit fara yvir, tá tíðin kemur, og eg vænti, at vit flætta henda túrin við ein túr undir Føroyum ella í Eysturgrønlandi.
Formaðurin í Línuskipum fegnast um, at kvoturnar á Flemish Kap og í Eysturgrønlandi nú eru eginkvotur sum ger, at reiðaríini kunnu leggja fiskiskapin til rættis sum best.
- Fiskiskapurin á Flemish Kap byrjar eftir 1. apríl, tá gýtingin har yviri er liðug, og nú kvotan er væl størri í ár enn í fjør, vóna vit, at kvotan verður enn størri næsta ár, sigur Hálvdan Gudmundsen.