Vónandi fáa fleiri áhuga fyri hondbólti

Landsliðsvenjarin hjá U17-gentum í hondbólti, Flemming Oliver Jensen, vónar, at góða úrslitið hjá U17-landsliðnum, hevur givið øðrum blóð á tonnina.

Føroyar vóru um vikuskifti karmur um EM-undanspælið í hondbólti hjá U-17 gentum.

 

Føroyska liðið gjørdi ein ordans vørr, tá teir fríggjakvøldið vunnu ein nakað óvæntaðan sigur á Íslandi. Síðani kom eitt tepurt tap móti Tjekkia og í gjár gjørdist mótstøðan frá russisku stórfavorittunum ov stór.

 

Føroyar endaðu á triðja plássið í bólkinum.

 

Landsliðsvenjarin, Flemming Oliver Jensen, var tó ómetaliga fegin um føroyska avrikið og tað sannroynd, at Føroyar vóru ómetaliga nær við at spæla seg í EM-endaspælið.

 

Hilmar Jan Hansen fekk orðið á Flemming Oliver Jensen og formannin í Hondbóltssambandinum, Kristian Johansen, eftir dystin sunnukvøldið.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við teir báðar.