Vóna føroyingar stuðla

Landsinnsavningin hjá Reyða Krossi er í dag.

400 fólk ganga í dag húsagongd kring alt Føroyar við reyðum bússum í hond. Talan er um sjálvbiðin fólk, ið taka lut í landsinnsavningini hjá altjóða hjálparfelagsskapinum Reyða Krossi í dag.


Undirtøkan fyri at hjálpa felagsskapinum við innsavningini er størri í ár enn hon hevur verið undanfarnu ár, og leiðarin fyri Reyða Kross Føroyar, Enna Garðshorn Mikkelsen, vónar, at føroyingar eisini fara stuðla arbeiðinum peningaliga.


- Vit vóna sjálvandi, at føroyingar taka væl undir við innsavningini í ár. Tað eru fleiri mátar man kann stuðla, og á faktakortunum, ið øll húskir fáa, eru upplýsingar um hvussu fólk kunnu stuðla, um tey ikki hava tøkan pening heima. 


- Í fjør savnaðu vit 822.000 krónur, ið er eitt sindur minni enn fyrrárið, tá føroyingar góvu 833.000 krónur. Munurin var tann, at fyrrárið vóru tað fleiri fyritøkur, ið valdu at stuðla arbeiðinum. Sostatt var talan faktiskt um ein vøkstur í peningagávum frá vanliga føroyingum í fjør.


Innsavningin fer bæði til virksemi hjá felagsskapinum í Føroyum og uttanlands. Í Føroyum stuðla felagsskapurin ymiskum sosialum arbeiði, meðan peningur, ið fer útum landoddarnar, fer til neyðhjálp í ymiskum humaniterum kreppum kring jarðarknøttin.


Innsavningin byrjaði klokkan tíggju í morgun.