Vóna at fáa Herjolf í dag

Strandferðslan hevur bíðað eftir teimum seinastu loyvunum

Nú Smyril fer av landinum fríggjakvøldið til Danmarkar í dokk, verður tað íslendska ferjan, Herjólfur 3, sum ska røkja ferðasambandi. Hesar seinastu vikurnar hevur Herjólfur verið á beding hjá Mest á Skála til eftirlit. Men samstundis skuldi rampan eisini lagast til, so at Herjólfur fekk lagt at í Havn og á Krambatanga.

 

Arbeiðið hevur drigið út, men Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni, sigur, at nú er seinasta hond løgd á arbeiðið, so síðani skuldi rampan roynast við eini vekt, sum er 25 prosent hægri enn tann vektin, sum fer at koma á hana av bilum. Nú verður so bíðað eftir tí endaliga siglingarloyvinum frá Skipaeftirlitinum. Hann væntar at tey fáa tað í dag.

 

Spurningurin er so, nær Herjólfur verður settur í sigling. Tað veldst um, nær í dag, tey fáa siglingarloyvið. Men hann sigur, at tað hevur avgerðandi týdning, at tey fáa Herjólf í sigling í nakrar dagar, áðrenn Smyril fer í dokk, so at manningin fær vant seg við skipið – og so at tey fáa gjørt nakrar stillingar, ella tillagingar, skuldi tað verið neyðugt. Tí vónar virkandi stjórin, at tey í hvussu so er fáa Herjólf í sigling í kvøld, ella í morgin.