Vóna at eitt undir hendir

Venjarin hjá Club Brugge veit, at teimum tørvar nakað serligt, um felagið skal vinna móti Manchester United í kvøld.

Seinastu dystirnir í undankappingini til bólkaspælið í Champions League verður í kvøld of fyri tað mesta er talan um víðopnar dystin.

 

Størsti áhugin man vera fyri dystinum millum Club Brugge og Manchester United. Manchester United vann fyrra dystin 3-1, eftir at nýggi spælarin, Memphis Depay, hevði skotið tvey mál og Marouane Fellaini skoraði til 3-1, júst tá dómarin ætlaði at bríksla av.

 

Allar súðir eru tó ikki syftar - Club Brugge hevur vunnið tíggju teir seinastu heimadystirnar í evropeiskum kappingum, meðan Manchester United hevur tapt tveir teir seinastu, við tveimum málum.

 

Venjarin hjá Club Brugge, víðagitni málmaðurin Michel Preud'Homme, ásannar at uppgávan er torfør, men, sigur hann, undur henda enn.

- Teir eru á odda við tveimum málum og hava eitt sera professionelt lið, sum kann avgera ein dyst nær sum helst. Vit mugu gera okkara arbeiði, trúgva á tað og royna okkara besta, sigur Michel Preud'Homme.

 

Louis van Gaal, venjari hjá Manchester United, er fegin um, at tað eydnaðist liðnum at vinna dystin við tveimum málum. 

- Eg vænti ikki, at mínir spælarar fara at taka sær av løttum. Tað seinasta málið var sera týdningarmikið, tí nú kunnu vit spæla seinnia dystin við størri sjálvsálitið, sigur hann.

 

Í Týsklandi tekur Bayer Leverkusen ímóti Lazio, sum vann fyrra dystin 1-0, meðan Sporting CP fara til Moskva at spæla móti CSKA. Portugisar vunnu fyrra dystin við tveimum málum móti einum. 

 

Í Beograd tekur Partizan ímóti BATE Borisov úr Hvítarusslandi. BATE vann fyrra dystin 1-0, men vónirnar í Serbia eru góðar, skrivar uefa.com.

 

Seinasti dysturin er á Kypros, har APOEL tekur ímóti Astana, sum vónar at gerast fyrsta liðið úr Kasakstan, sum er við í bólkaspælinum í Champions League. APOEL vóru í bólkaspælinum í fjør, men taptu allar dystirnar. Astana vann fyrra dystin 1-0. 

 

Allir dystirnir byrja klokkan 19.45.