Ein teirra, sum Miðlahúsið hevur heitt á, at samla pening til átakið Meðan vit bíða, er Hjørdis Háberg Petersen, samkomuleiðari í City Church í Havn, sum fyrr var kent sum Evangeliihúsið.
Les eisini Skulu savna pening inn til fátøk
Hjørdis sigur, at tað liggur henni og teimum í City Church ógvuliga nær at hjálpa.
- Vit í City Church ynskja at birta vón hjá øllum í hesum landi. Vit plaga at siga, at tað mest umráðandi er, at vón er fyri framman. Og við hesum kunnu vit kanska birta eina vón hjá teimum børnum, sum eru so fíggjarliga sperd, at tey kenna tað vónleyst til tíðir.
Hjørdis Háberg Petersen greiðir frá, at hon fyrst og fremst ætlar sær at brúka tær kontaktir, sum hon hevur.
- Eg havi trý børn, sum búgva í Føroyum, og bara tað sambandi, sum vit hava ígjøgnum tey, er stórt. Eg vil heita á tey eg kenni um at stuðla, og annars havi eg ætlanir um at skipa fyri onkrum tiltøkum, sum varpa ljós á átakið, sigur hon.










