Mikudagin 28. juni 2006 fekk Benedict XVI pávi lyklarnar til ein spildurnýggjan Volvo XC90, som Volvo Car Corporation hevur givið honum.
Bilurin varð latin pávanum undir eini móttøku í Vatikaninum. Hjástødd vóru eisini umboð fyri Volvo Car Corporation og Volvo Auto Italia.
Talan er um ein Volvo XC90 við V8 motori, ið er sergjørdur til pávan. Bilurin er myrkabláur við ljósari kabinu.










