XC 60 Concept er ein bilur, ið skal vísa, hvat vit kunnu rokna við at síggja frá Volvo í framtíðini, bæði hvat designi og tøkni viðvíkur.
Hóast talan er um ein konseptbil, er hann rættuliga líkur bilinum, sum eftir ætlan skal koma á marknaðin um tvey ár – í byrjanini av 2009.
XC60 Concept fær øll hugsandi sløg av innbygdum trygdarskipanum umframt ”City Safety”, sum hjálpir bilføraranum við at umgangast skaðar. Skipanin registrerar akfør sum eru upp til seks metrar framman fyri bilin.
Volvo Cars siga, at teir við hesum bilinum fara at venda sær til kundar, sum seta serlig krøv til design, trygd og framkomnar high-tech loysnir.
Hóast talan verður um ein sera framkomnan og annarleiðis bil, verður lagdur á at XC60 at síggja til verður ein eyðkendur Volvo við kølaragittari við stórum Volvo-logo, sigur Steve Mattin, designstjóri hjá Volvo Cars, sum leggur dent á at XC60 er ein crossover við bestu ”on-road” eginleikum.
Eins sermerktur sum XC60 Concept er uttan er hann innan við high-tech instrumentpaneli við smalari mittarkonsoll og annarleiðis innrætting. Kabinan er ein elegant kombinatión av leður og aluminium. Takið er gjøgnumskygt við myrkt tónaðum glasi.