Í dag, 18. februar 2016, varð nýggi Volvo V90 alment presenteraður í Stokkhólmi. Framleiðslan byrjar í summar, og bilurin kemur á marknaðin seinni í ár.
Hóast Volvo V90 er stationcar útgávan av S90, kemur hann eisini at avloysa núverandi Volvo V70. Eins og allir nýggir Volvo hevur V90 hópin av innbygdum trygdarskipanum sum t.d. ansa eftir at bilurin heldur sær á røttu koyribreytini og heldur eygað við fólki og djórum á vegnum.
Hvat útgerð viðvíkur verður Volvo V90 gjørdur í útgávnum: Kinetic, Momentum og Inscription. Seinni kemur ein Cross Country útgáva av V90, sum fer at avloysa dagsins XC70.










