Svenska bilverksmiðjan Volvo skal nú hava deild í Danmark. Fyritøkan hevur gjørt av at fáa sær skrivstovu í Keypmannahavn, har starvsfólkini fáa til uppgávu at menna tøknina í bilunum, soleiðis at hon verður meiri brúkaravinarlig, sum sagt verður.
Peter Mertens, sum er varastjóri í kanningar- og menningardeildini hjá Volvo, sigur við heimasíðuna hjá fyritøkuni, at fyritøkan hevur ætlanir um at veksa og at veksa skjótt, og at tað skal gerast við at gera tøknina í bilunum meiri brúkaravinarliga. Ta uppgávuna fáa teir 20 serfrøðingarnir, sum skulu arbeiða á skrivstovuni í Keypmannahavn, sigur hann.
Í Keypmannahavn skal Volvo húsast í hølum í Sydhavnen, sum finska telefyritøkan Nokia hevur hildið til í.










