Síðan Volvo S60 kom á marknaðin, fyri umleið sjey árum síðan, hava allir hinir Volvo persónbilarnir fingið líknandi útsjónd. Nú sær tað út til, at tá nýggjur S60 kemur á marknaðin um eini tvey ár, verður tað við heilt øðrum stíli, sum líkist meira SUV útgávunum hjá Volvo, XC90 og XC60.
S60 er miðalstøddin í sedan røðini hjá Volvo. Volvo XC60 og nýggi S60 verða fyrstu bilarnar, sum eru teknaðir av designstjóranum hjá Volvo, Steve Martin.
Sum skilst kemur nýggi S60 á marknaðin síðst í 2009 ella fyrst í 2010.