Lastbiladeildin hjá svensku bilaverksmiðjuni Volvo kunngjørdi í gjár, at hon fer at geva 1.020 starvsfólkum uppsagnarbræv í næstum. Meinast rakt verður verksmiðjan í Umeå í Miðsvøríki, tí har missa 610 fólk arbeiðið, skrivar TT. Hetta er av sonnum steinur oman á byrðu har, tí fyri stuttum mistu 500 onnur arbeiðið á deildini í Umeå. Hinar uppsagnirnar raka deildirnar í Gøteborg og Køping, har ávikavist 350 og 200 missa arbeiðið. Hetta er aðru ferð í tríggjar mánaðir, at Volvo boðað frá uppsagnum, og fíggjarkreppan er orsøkin.










