Volvo í Gøteborg ? hevur granskað ferðsluvanlukkur í 30 ár

Í yvir 30 ár hava Volvo í Gøteborg havt ein granskingarbólk, ið hevur til uppgávu at kanna ferðsluvanlukkur, har Volvo persónbilar hava verið innblandaðir. Hesin bólkur hevur havt avgerandi týdning í trygdararbeiðinum hjá Volvo

 

BILAR

Magnus Gunnarsson

???????????????????



Hesin bólkurin til gransking av ferðsluvanlukkum bleiv settur á stovn í 1970, og var ein beinleiðis fylgja av tveimum umfatandi kanningum hjá Volvo í 1966 og 1967 av ferðsluni í Svøríki. Táverandi leiðslan í Volvo legði stóran dent á, at vitan og royndir frá veruligum ferðsluvanlukkum, skuldu savnast saman til gramleiðslumenningina hjá Volvo konsernini.

Klár alt samdøgrið

Heilt frá byrjan av hevur granskingin hjá Volvo snúð seg um eina gjølla kanning av vanlukkustaðnum, og at gjøgnumganga hagtølini hjá teirra egna tryggingarfelag, Volvia. Við at tosa við tey, sum vóru innblandað í ferðsluvanlukkurnar, fáa tey eisini eina gjølla frágreiðing um persónskaðarnar. Granskingarbólkurin er klárur alt samdøgrið, og við álvarsligar ferðsluvanlukkur í Gøteborg økinum, har ein Volvo bilur er við, fær bólkurin beinanvegin boð. Læknin hjá bólkinum setur seg eisini í samband við sjúkrahúsið, sum hevur viðgjørt tey skaddu, fyri at fáa upplýsingar um skaðarnar.

Kannað 28 tús. ferðsluvanlukkur

Í tey 30 árini, bólkurin hevur arbeitt, hava tey kannað umleið 28.000 ferðsluvanlukkur, har meira enn 40.000 persónar hava verið innblandaðir. Tann vitan og tær royndir, sum eru eitt úrslit av hesum arbeiði, hava verið við til at betra um tær verandi trygdarskipanirnar og at menna nýggjar. Hetta hevur havt við sær at Volvo bilarnir í dag hava hópin av innbygdum trygdarskipanum


Kelda: Volvo Pertsonvogne

Danmark A/S