Magnus Gunnarsson
Tann nýggi Volvo FH 12 hevur verið ígjøgnum eina umfatandi produktmenning, og bilurin hevur í dag eina nýggja elektronikskipan. Eisini hevur FH 12 fingið skivubremsur og EBS (Electronic Brake System).
Fleiri bilbløð í Europa hava víst á, at Volvo FH 12 er serstaka lættur og tryggur lastbilur at koyra í. Við at keypa hendan bilin fær eigarin ein bil, sum er bíligur í rakstri, og liggur heilt í topp eftir evropiskum standardi, skrivar dómsnevndin hjá »Truck of the year« í teirra meting.
? Vit eru ernir av, at FH 12 aftur hevur vunnið tittulin »Truck of the year« Hetta prógvar, at vit arbeiða við teimum røttu kundavirðunum, sigur konsernstjórin hjá Volvo Lastvagnar AB í einari viðmerking.
? Fram um alt eru tað okkara kundar, sum vit ynskja skulu verða teir veruligu vinnararnir, teir sum hvønn dag skulu skulu gera eitt arbeiði og samtíðis hava fult álit á Volvo FH12 lastbilinum, sigur hann.
Kelda: Volvo lastvogne og Busser Danmark A/S









