Volvo C70 við ella uttan tak

Í fyrru helvt av 2006 kemur ein nýggjur Volvo C70 á marknaðin. Talan verður um ein kombineraðan coupé og cabriolet, ið verður gjørdur í samstarvi við kenda italska bildesignaran Pininfarina

Eins og hjá fleiri øðrum bilverksmiðjum er tað nú eydnast Volvo Cars at gera ein kombineraðan coupé og cabriolet. Tað vil siga, at við takinum á er talan um ein vanligan coupé til heilársbrúk, og tá veðrið er gott, kann bilurin uttan nakað hóasták gerast um til ein cabriolet. Ein fyrimunur er, at eingir trupulleikar eru av stoff-takinum, sum kann vera sera kalt um veturin.

Volvo C70 verður gjørdur í samstarvi við kenda italska bildesignaran Pininfarina, sum hava hollar royndir við hesum konseptinum.

Volvo C70 verður ein tann tryggasti cabriolet á marknaðinum. Sum nakað heilt nýtt kemur bilurin við eini gardin-airbag loysn, sum ikki hevur verið at sæð áður. Tá bilurin koyrir sum cabriolet uttan tak, ber ikki til at hava gardin-airbag festar í takið, tí eru tær festar í hurðarnar og við bakskermarnar. Samstundis eru tær gjørdar úr stívari tilfari, soleiðis at tær verja tey ferðandi væl, um bilurin fer út av vegnum og koppar á høvdi. Alt er sjálvandi treytað av, at tey ferðandi eru bundin í trygdarbeltini.

Tríggir ymiskir fimm syl. bensinmotorar verða at velja í millum: Tveir 2,4 litur við ávikavist 140 og 170 hk, og ein 2,5 litur T5 við 220 hk. Seinni í 2006 kemur eisini ein 2,4 litur diesel við 180 hk.

Bilurin verður frumsýndur á Frankfurt Motor Show í september og kemur á marknaðin í fyrru hálvt av 2006. Eins og forgangarin verður hesin eisini framleiddur í Uddevalla í Svøríki.